TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini SportBoxin á Rás2, har prátað var við hjálparvenjaran hjá føroyska U20 kvinnulandsliðnum í hondbólti, Christoffur Gert Nielsen.
Føroyska U20 kvinnulandsliðið spælir í kvøld HM-undankappingardyst ímóti Slovenia. Dysturin verður spældur í Hoyvíkshøllini og byrjar klokkan 20. Dysturin skuldi eftir ætlan byrja klokkan 19, men slovenski hópurin lendi ikki við SAS ígjár. Slovenski hópurin lendi núðstani í dag.
Sunnukvøldið klokkan 19 spælir føroyska liðið ímóti Turkalandi. Turkaland og Slovenia spæla leygarkvøldið klokkan 19. Allir dystirnir verða leiktir í Hoyvíkshøllini.
Christoffur Gert Nielsen heldur, at føroyski hópurin hevur havt eina góða fyrireiking til dystin í kvøld, har talan verður um eitt likamliga krútsterkt mótstøðulið úr Slovenia. Føroyski hjálparvenjarin vónar, at føroysku U20 kvinnurnar kunnu sláa til í skjótálopum, og við einari offensivari verju, tí givið er, at tað fer ikki at nytta at brótast við sterku slovensku spælararnar.
Christoffur Gert Nielsen undirstrikar, at tað er sera týðandi, at fólk møta í Hoyvíkshøllini og stuðla føroyska liðnum, bæði í kvøld klokkan 20, og sunnukvøldið klokkan 19.