Heidi Petersen, løgtingskvinna, vil hava at vita, hvør hevur eftirlit við ásetingum, sum Yvirfriðingarnevndin setir í samband vð havnabyggingar Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldinum vil hava Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í løgmálum, at svara fyrspurningi um Yvirfriðingarnevndina. Fyrispurningurin er í hesum trimum pørtum:
1. Hvør kannar og hevur eftirlit við, at ásetingarnar verða fylgdar, sum Yvirfriðingarnevndin setir í sambandi við eitt nú havnabyggingar, eftir at arbeiðið er farið í gongd?
2. Á hvønn hátt er eftirlitið við byggingini av bingjuhavnini á Oyrareingjum framt, hvussu ofta og av hvørjum?
3. Er uppfylgingin av ásetingunum hjá Yvirfriðingarnevndini til byggimál nøktandi, og eru ætlanir um at gera nakrar broytingar hesum viðvíkjandi?
Í viðmerkingunum skrivar Heidi Petersen soleiðis:
Fyrispurningurin er fyrst og fremst ein generellur spurningur um eftirlit og uppfylging av ásetingunum, sum friðingarmyndugleikarnir seta í sambandi við byggimál.
Annars verður eisini settur ein ítøkilgur spurningur um júst uppfylgingina av ásetingunum, friðingarmyndugleikin setti í sambandi við bygging av bingjuhavn á Oyrareingjum.
Haldi, tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu hesi viðurskifti, friðingarmyndugleikin hevur avgerðarrætt á, verða skipað og útint í verki.
Tað veri seg, tá lands-, kommunal- ella privat byggimál eru viðgjørd av friðingarmyndugleikunum, og myndugleikin hevur ásett treytir fyri byggingini, sum skulu fylgjast, at borgarin so veit, at málið liggur í tryggum hondum, og at tað eru kvalifiserað fólk, sum fylgja málunum upp, skrivar tingkvinnan hjá Tjóðveldinum í fyrispurninginum.