Mikudagin 25. september fylti tvøramaðurin, Pauli Nolsøe, 75 ár. Pauli er sonur Jógvan Nolsøe, vanliga nevndur Jógvan á Posthúsinum, sum umframt at vera postfulltrúi, var bankagrannskoðari, biografeigari, meinigheitsráðslimur og skipstryggingarmaður í Suderø Gensidige Skibsforsikring. Eisini var hann yrkjari og kendur frá bókini “Streingir” frá 1963, og hann eigur millum annað 13 sálmar í sálmabókini. Pápin doyði í 1966 á Tvøroyri 82 ára gamal. Mamman Sanna var dóttir Niclas Djurhuus, skúlalærara í Sumba.
Sanna og Jógvan fingu tríggjar synir. Andrias, sum hevur verið løgfrøðingur í Grønlandi og Danmark, og sum nú er 86 ára gamal, og Arni – vanliga nevndur Arni á Posthúsinum – ið var postavgreiðslumaður á Tvøroyri. Arni gjørdi vart við seg sum ein góður fótbóltsleikari við TB, og kom eisini á landsliðið. Hann leikti fimm landsdystir og skoraði líka so nógv mál. Arni doyði í 2002.
Yngsti sonurin, nú 75 ára føðingardagsbarnið, Pauli Nolsøe, var eisini góður fótbóltsleikari. Hann leikti á besta liði hjá TB frá 1958 til 65, men var nógv burturstaddur í uttanlandssigling tey árini. Pauli leikti vanliga innari høgri vongur ella miðframherji, sum tað fyrr kallaðist.
Á landsliðnum var Pauli eyðsýndur, hevði góð skot, var likamliga stinnur og ágrýtin á vøllinum. Hann leikti tríggjar landsdystir fyri Føroyar. Millum annað saman við beiggja sínum, Arna, móti Íslandi í 1959, har Pauli skoraði seinasta málið í dystinum. Tvær vikur seinni skeyt hann tvey mál mót Hetlandi, har Føroyar við fýra TB-leikarum á liðnum vunnu 4-1.
Seinasti landsdysturin var eisini móti Hetlandi í Havn í 1961, har føroyingar vunnu heili 6-1. Ein dystur, har Eivin Dam, ið leikti centerforward, og sum hevði lænt Paula hvítar buksur til dystin móti Íslandi tvey ár frammanundan, skeyt heili fimm av málunum. Hesaferð vunnu føroyingar sonevnda “Sir Adam-skjøldrið” til ognar.
Lærari og fjarritari
Pauli Nolsøe, sum fekk preliminærprógv á Tvøroyri í 1955, tók tvey ár seinni prógv sum fjarritari í Keypmannahavn. Síðani kom hann á Loranstøðina í Vági, har hann var til 1960, og tvey tey næstu árini á Tórshavn Radio.
Árini á Loranstøðini súkklaði hann av Tvøroyri til Øravíkar og gekk síðani yvir fjøllini til Vágs, har hann møtti klokkan 8 á morgni. Ein jeepur koyrdi síðani teir fýra menninar niðan á støðina at avloysa aðrar fýra mans á eini 24 tíma vakt.
Loranstøðin á Skúlanesi í Vági var ein sokallað “Long Range” støð, og var miðstøð saman við eini á Hebridunum og somuleiðis eini í Íslandi. Hetta vóru allar støðir, sum bretar bygdu undir Seinna heimsbardaga. Allar sendu sterk radiosignal út samstundis, so flogfør og skip við røttum móttakara altíð nágreiniliga vistu, hvar tey vóru stødd. Onglendingar brúktu eisini loran, tá teir bumbaðu í Týsklandi.
Umframt fótbólt í frítíðini, sum vardi tvey samdøgur um vikuna, passaði Pauli filmsframvísaran í biohøllini á Tvøroyri, eins og at boksa á klaver í klubbanum við danskibólkinium, Stjørnuni. Hinir í bólkinum vóru Groth Larsen og Heini Nygaard á harmoniku, beiggin Arni á saksofon og violin, meðan Sólbjørn Olsen sat handan trummurnar. Bólkurin spældi dansiløg frá fýrati-, fimti- og seksti-árunum.
Pauli sigldi eisini sum fjarritari við DFDS-skipum í Miðalhavinum og yviri við Amerika. Í 1960 gekk leiðin heilt til Argentina við “MS Ecuador” hjá DFDS, har teir lastaðu hveitikorn í Rosario. Í býnum Santos í Brasiliu kom kaffi umborð og í Vittoria og Recife bananir. Hesin túrurin vardi tríggjar vikur úr og aftur til Rotterdam, har hveitið fór av, meðan kaffi og bananir skuldu til Keypmannahavnar.
Næsti túrur var til Stettin í kommunistiska Póllandi, har vápnaðir hermenn stóðu á vakt við landgongdina. Her varð skipið fylt við saltpeter, ið skuldi til Egyptalands. Tað tók 14 dagar at lasta skipið í Stettin, meðan eini 200 mans við spann nýttu fimm dagar til at tøma tað aftur í Alexandria. Í Egyptalandi slapp Pauli ein túr við hinum yvirmonnunum ígjøgnum Sahara, har teir millum annað sóu pyramidurnar og tjóðarsavnið í Kairo.
Fyrr í New York enn í Sandvík
Tá føroyingar høvdu leikt landsdyst í Hetlandi í 1959, búðu Pauli og bróðurin Arni hjá skipsreiðaranum, Garriock, og har gjørdist Pauli væl við dóttrina í húsinum. Hetta kom tó ikki at vara so leingi, tí á Sjómansheiminum í Havn, har Pauli ein góðan dag var farin at keypa sær reyðar pylsur, kom hann at sita við síðuna av donsku sjúkrasystrini, Minnu Larsen, ið var bóndadóttir úr Bjergsted á Sælandi. Hon hevði leikt hondbólt við tvørágentum í Havn, og tað rann tá saman millum tey bæði.
Árið var 1961, og tey fluttu skjótt til Danmarkar at búgva, men arbeiddu fyrst tvey ár í Nuuk í Grønlandi. Hann sum fjarritari, og hon sum sjúkrasystir. Umleið fýra ár seinni – á 27 ára føðingardegi sínum tann 25. september 1965 – giftist Pauli við síni Minnu í Bjergsted Kirkju.
Árini 1965-66 var hann aftur fjarritari við DFDS umborð á “MS Borreby”, ið tá sigldi við amerikansku strendurnar. Lagt varð inn í New York, Houston, Galveston, New Orleans og aðrastaðni í USA.
Tá Pauli í 1968 koyrdi ígjøgnum tunlarnar til Hvalbiar og Sandvíkar og møtti vinfólkum har, kundi hann skemtiliga greiða teimum frá, at hann hevði verið fleiri ferðir í New York, men at hetta var fyrsta ferð hansara í Sandvík.
Seinni fór Pauli á læraraskúla í Haslev, har hann tók prógv í 1971. Konan, Minna, fekk skipað tað soleiðis, at Pauli fekk lestrarpláss á Haslev Seminarium, meðan hann sigldi.
Vitjar oftani í Føroyum
Minna og Pauli Nolsøe búsettust fyrst í Næstved, har tey keyptu hús og búðu í tvey ár, áðrenn tey fluttu til Kalundborg. Her arbeiddi Minna sum sjúkrasystir, og hann kom at vera lærari har í mong ár. Tey fingu tríggjar døtur og ein son, ið øll hava klárað seg væl.
Eitt skifti kom Pauli aftur til Føroya at starvast sum lærari. Fyrst í Sandavági frá 1988-89 og frá 89-90 í skúlanum í Nólsoy, har langabbi hansara – Nólsoyar Jógvan – varð føddur í 1820. Í Sandavági sang hann tenor í Vágakórinum, og somuleiðis í kórinum í Nólsoy tað árið, hann starvaðist har. Eisini luttók Pauli á kórstevnum hesi árini.
Sangurin hevur eisini fylt nógv í Danmark, har Pauli í mong ár hevur verið kirkjusangari í 3-tornaðu kirkjuni í Kalundborg. Frá 1991 hevur hann sungið bass í Fólkakórinum í somu kirkju, og seinastu tvey árini í eldrakórinum, Regnbuekoret. Sjálvan føðingardagin sang hann við hesum kóri á Valdemar Slotti á oynni Tåsinge við Svendborg, og dagin eftir á Langelandi.
Pauli vitjar oftani aftur í heimbygdini, tí tá Jóansøka er á Tvøroyri, kemur hann altíð heim og fer á gott hjá teimum, sum hann framvegis kennir. Ikki minst tey á Røktarheiminum, eins og nógv onnur eldri í bygdini fáa vitjan av útisetanum. Tað kemur eisini fyri, at Pauli er til onkra Jóansøku í Vági og á Ólavsøku í Havn.
Grannalagið á Lærkebakken í Kalundborg, sum liggur bert hálvthundrað metrar frá havinum, er av tí besta. Tá Pauli er úti og ferðast, halda grannarnir eygað við húsunum, meðan nú 10 ára gamla tíkin, Molly, fer til dóttrina í Værløse, sum sjálv eigur tveir hundar.
Paula dámar væl at ferðast. Umframt at hava verið heima á Jóansøku í ár, var hann fyri fáum vikum síðani nakrar dagar í Assisi í Italiu, har hann vitjaði “Frans” og búði í nonnuklostri.
Í sambandi við føðingardagin sigur Pauli, at hann er takksamur fyri at hava havt eitt gott og hendingarríkt lív og sendir eina kærleiksheilsu til allar suðuroyingar og aðrar føroyingar, hann kennir.
Føðingardagurin varð hildin við nærmastu familjuni leygardagin 28. september á Gisseløre Restaurant.
----
Kári Mikkelsen
(við ymsum keldum og í samrøðu við føðingardagsbarnið)