Fyrrverandi leiðarin á Mýrini sagt upp

Fyrrverandi leiðarin á bústovninum á Mýrini, sum varð fluttur í annað leiðandi starv á einum bústovni í Sørvági, hevur sagt seg úr starvi Leiðarin og stjórin í Nærverkinum, Mary í Garði, vilja hvørki avsannað ella vátta tíðindini, men Kringvarpið sigur seg hava tey frá fleiri keldum.

Løgreglan kannar framvegis, um leiðarin, sum er meldaður fyri harðskapi móti einum búfólki á Mýrini, skal ákærast. Eisini Nærverkið kannar harðskapsmálið, tá eitt búfólk breyt mjødnina. Pedagogfelagið er eisini uppi í málinum og hevur kært Nærverkið fyri umboðsmannin.

Orsøkin er, at felagið metir Nærverkið hava drálað í ósemjuni millum fyrrverandi starvsfólk á bústovninum á Mýruni og táverandi leiðaran, sum orsakað av orrustuni varð fluttur í annað starv í Sørvági.

Kelda: Kringvarpið