Fyrrverandi Mowi-stjóri skiftir hest

- Vit eru fegin um, at hann segði ja til at leiða okkara felag inn í eina spennandi tíð, siga tey í Steinvik Fiskefarm.

Alf-Helge Aarskog stóð á odda fyri Mowi-samtakinum í níggju ár.

Fyrrverandi samtaksstjórin í Mowi, Alf-Helge Aarskog, verður nú nýggjur rakstrarleiðari í Steinvik Fiskefarm í Noregi. 

 

Tað veit iLaks at siga í dag.

 

Sagt verður um Alf-Helge Aarskog, at hann í níggju ár stóð á odda fyri Mowi-samtakinum og hevur soleiðis drúgvar og virðismiklar royndir á sínum øki.

 

- Vit eru fegin um, at hann segði ja til at leiða okkara felag inn í eina spennandi tíð. Alf-Helge Aarskog kemur at hava ein virknan leiklut í, hvussu Steinvik Fiskefarm kemur at mennast næstu árini.

 

Soleiðis sigur Steinvik Fiskefarm í einari fráboðan.

 

Steinvik Fiskefarm varð stovnað í 1986 av Inge Helge og Alex Vassbotten og rekur aling, smoltstøð og hevur reinsifisk í sínum konsepti.

 

Seinastu árini hevur alifelagið gjørt nógv burtur úr at hava stór smolt, eins og felagið hevur gjørt burtur úr at hava reinsifisk. 

 

Sambært iLaks er visjónin hjá felagnum at halda fram at gera íløgur og mennast, og við stórum smolti og reinsifiski verður í størst møguligan mun roynt at sleppa undan lúsapláguni.

 

Hugskotið er, eins og í føroyskari aling, at fiskurin skal verða styttri í sjónum, og við reinsifiski og vónandi eisini minni lús verður fiskavælferðin enn betur.

 

 

 

 

 

Alf-Helge Aarskog stóð á odda fyri Mowi-samtakinum í níggju ár.