FYRST VÁGUR, NÚ FØROYAR

Tá eg fyri 10 árum síðani bjóðaði meg fram til kommunuvalið í 2012 var tað við einari sterkari kenslu um, at vit eiga so nógv gott í nærumhvørvinum, sum vit í felag kunnu fáa so nógv meiri burturúr - og "í felag" er eitt av lyklahugtøkunum, tí ongin ger nakað einsamallur.

 

Tað er eisini við somu kenslu, at eg havi bjóðað meg fram til løgtingsvalið 8. desembur. Vit teljast jú millum ríkastu lond í heiminum, men hóast hetta, so stríðast vit við einari røð av avbjóðingum í gerandisdegnum - avbjóðingum, sum eg haldi vit brúka nógva tíð uppá at tosa um, men lítla orku uppá at loysa.

 

Alt tað eg kann minnast, havi eg verið partur av felagsskapum, har tað fyrst og fremst verður arbeitt við loysnum - har tað ikki bara verðir tosað, men eisini handlað og skapt úrslit.

 

At handla og skapa úrslit vóru eisini høvuðs-amboðini, tá eg í 8 ár var borgarstjóri í Vágs kommunu og setti á skrá menning og nýhugsan - og í felag hava vit í nærumhvørvinum flutt fjøll.

 

Sum land hava vit eisini tørv at arbeiða við menning og nýhugsan, tørv á at arbeiða við nýggjum loysnum á gomlum trupulleikum, tørv á at hugsa stórt, samstundis sum vit loysa gerandisuppgávur í tí smáa. Vit hava tørv á at flyta okkum frá bara at tosa, til eisini at handla og skapa úrslit - tí í at enda eru tað bara úrslitini, sum gagna okkum øllum, sum liva og virka kring landið.

 

Politikkur snýr seg millum annað um at handla og um at náa úrslitum, heldur enn bara at tosa – og eg haldi eg kann siga, at júst hetta hevur eyðkent meg sum persón, sum politikara.

 

Hugsið um tað, nú vit øll kunnu velja eina betri kós fyri Føroyar.

 

Dennis Holm

 

Valevni fyri Tjóðveldi