Í nátt heitti borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á sínar borgarar um at søkja sær skjól

Lupu á Odessa og Kyiv

Reuters veit at siga, at arbeitt verður við at fáa streymveitingina til tey týdningarmestu støðini í Odessa-økinum at koyra aftur

Í nátt heitti borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á sínar borgarar um at søkja sær skjól

Russar hava í nátt lopið á eitt orkuverk í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa, og sambært ukrainska orkufelagnum, DTEK, hevur verið fingið skaðar.

 

Tað skrivar DTEK á boðtænastuni, Telegram. Lagt verður aftrat, at oyðileggingarnar eru stórar, og at tað fer at taka langa tíð at seta verkið í stand aftur.

 

Reuters veit at siga, at nú verður arbeitt við at fáa streymveitingina til tey týdningarmestu støðini í økinum at koyra aftur.

 

Fyrr í nátt frættist, at russar eisini lupu á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við ballistiskum rakettum.

 

Hetta upplýsti borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, á boðtænastuni, Telegram.

- Haldið tykkum í bumbuskýlunum, varð áheitanin hjá borgarstjóranum í nátt.

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í Kyiv-økinum, Tymur Tkatsjenko, upplýsti á Telegram í nátt, at russisku álopini vóru vend móti Darnytskyi-økinum.

 

 

 

Í nátt heitti borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á sínar borgarar um at søkja sær skjól