Fyrsta byggistig skjótt liðugt

Fyrsta byggistig hjá Bilasøluni í Hoyvík er um at vera liðugt, so flytast kann inn í nýggjan Mazda-bygning til klárgering og sølu av nýggjum Mazda-bilum


Á Bilasøluni í Hoyvík eru tey nú um at verða liðug við nýggja Mazda-bygningin.  
 
Talan er um ein bygning upp á 270 fermetrar í einari hædd við plássi til 8 bilar. Tað er Hans Nielsen, sum hevur teknað bygningin og Búsetur hevur staðið fyri byggingini.
 
Hetta er bert ein partur av eini størri byggiætlan hjá Bilasøluni. Tá Mazda-bygningurin er tikin í brúk, verður farið í gongd við eina størri byggiætlan.
 
Núverandi framsýningarbygningur verður tikin niður, og ein nýggjur bygningur í tveimum hæddum verður bygdur til framsýningarhølir og umsiting. Umframt tað verður ein nýggjur verkstaðsbygningur til upprætting- og lakering bygdur paralelt við núverandi verkstaðsbygninin. Tilsamans fær Bilasølan tá uml. 1.700 fermetrar at ráða yvir.
 
Bilasølan í Hoyvík umboðar bilmerkini VW, Audi, Seat og Mazda.