Ryssan, Døgg á Signabøgarði, hevur folað eitt hestfyl. Tá fylið varð folað, var so kalt úti. Tí varð tað tikið inn og latið í troyggju.
Døgg var ein av ryssunum, sum luttóku í árligu verkætlanini "Summer of Love 2014", sum Felagið Føroysk Ross skipaði fyri.
Hon varð, saman við øðrum ryssum, kannað og viðgjørd í lívmóðrini og hetta hevur nú givið úrslit.
Felagið luttók eisini á djórðadøgunum í Havnadali, sum Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri. Har vóru tríggjar ungryssur kannaðar, og nú verður bíðað í spenningi eftir úrslitunum av royndunum, ið verða viðgjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.