Standard Liege kundi í gjár fegnast um, at felagið fyri fyrstu ferð í 25 ár er besta fótbóltsfelagið í Belgia. Í oddauppgerðini móti Anderlecht um vikuskiftið vann Standard 2-0. Tann sigurin økti munin niður til Anderlecht upp í 10 stig, og við bert trimum umførum eftir at spæla er meistaraheitið tí ein matematisk vissa. Og tað er eisini fult uppibarið. Enn hevur Standard ikki tapt í 31 dystum, og málmunurin á 55-17 ber eisini boð um styrki.