Talan var um enn ein venjingardyst undan kappingarbyrjan, og dysturin varð spældur í Turkalandi, har Lyngby hevur vant í eina viku. Mótstøðuliðið var Terek Grosny úr Russlandi, og russiska liðið vann dystin 2-1. Lyngby kom á odda 1-0 við sjálvmáli, men síðani vendi liðið úr Tjetjenia dystinum og vann við einum máli.