Í bókini Vága Samferðslusøgu skriva rithøvundarnir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen, at P/F Føroya Flogfelag verður stovnað í 1946. Stigtakarar vóru m.a. Dánjal Niclasen, vanliga nevndur Dánjal Norðuri í Stovu í Sørvági, bróðir hansara Zakaris Niclasen, vanliga nevndur Zakaris á Skipafelagnum, Ewald Kjølbro í Klaksvík og Vága Trolarafelag.
Felagið leigaði eitt DC – 3 flogfar frá Scottish Airlines ltd. Flogið var eina ferð um vikuna til Keypmannahavnar umvegis Prestwick í Skotlandi og sama veg heimaftur. Fyrsta ferðin var 12. juli 1946, og seinasta ferðin var í oktober 1946. Tá vóru einar 12 ferðir gjørdar.
Lesið eisini: Felag í stórari menning
Ferðaseðilin millum Vágar og Keypmannahavn kostaði tá slakar 700 kr, men hóast henda høga kostnað, hevði felagið eitt rakstrarhall á 40.000 kr. í 1946.
Hóast Føroya Flogfelag í blaðlýsing hetta árið segði, at flúgvingin skuldi byrja aftur á várið 1947, varð hon ikki uppafturtikin. Ætlanin var at taka flúgvingina uppaftur í 1949, tá felagið keypti eitt flogfar av slagnum Supermarine Wickers Walrus, sum fekk navnið Erla Kongsdóttir.
Erla Kongsdóttir, sum var fyrsta føroyska flogfarið, kundi seta seg á bæði sjógvi og á landi. Hon kom í Vágar 15. desember 1949, men longu 18. desember brotnaði flogfarið, tá tað skuldi seta seg í vøllinum eftir at vera farið á flog av Vatninum, har sjógvur varð vaskaður av flogfarinum. Flogfarið fórst so illa, at tað kom ikki á flog aftur.