Fyrsta SST kappingin í ár

Sunnudagin 26. apríl varð fyrsta SST kappingin í ár hildin, tá FM í duathlon fór av bakkastokki á Viðareiði.

 

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skrivar, at veðrið var av tí fagrasta, og tað legði ein góðan karm fyri kappingina.

 

Hjá kvinnum gjørdist Sigrid Bjartalíð fyrst um málstrikuna við tíðini 1:24:36, meðan hjá monnum var tað Helgi Winter Olsen, sum vann við tíðini 1:04:46.

 

Kappingin var væl eydnað, og huglagið millum luttakarar og áskoðarar var sera gott!

 

Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her: https://www.webscorer.com/racealldetails?raceid=429316&lang=da

 

##med2##

##med3##

##med4##