- Seinastu tvey árini hava vit arbeitt við teirri ætlan at fáa smærri reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja ferðvinnuna í kommununi, siga tey í Eysturkommunu í dag

Fyrsta skipið í eygsjón

- Vit fara at bjóða ferðafólkunum við Seaventure útferðir, upplivingar og máltíðir, siga tey í Eysturkommunu, sum skjótt fáa vitjan

 

- Seinastu tvey árini hava vit arbeitt við teirri ætlan at fáa smærri reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja ferðvinnuna í kommununi, siga tey í Eysturkommunu í dag

Mikudagin hin 20. mai kemur fyrsta reikferðaskipið á vitjan á Gøtuvík. Hetta er skipið, Seaventure, sum fyritøkan - 66 Expeditions - stendur aftanfyri.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu siga tey, at umleið 100 gestir koma á vitjan, og skipið verður í Føroyum í fýra dagar, har Gøtuvík er onnur havnin, tey vitja.

 

- Seinastu tvey árini hava vit arbeitt við teirri ætlan at fáa smærri reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja ferðvinnuna í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at tey í Eysturkommunu fara at bjóða ferðafólkunum við Seaventure útferðir, upplivingar og máltíðir, sum allar eru staðsettar í kommununi.

 

- Vit bjóða Seaventure og fólkunum umborð vælkomnum á Gøtuvík, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

 

- Seinastu tvey árini hava vit arbeitt við teirri ætlan at fáa smærri reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja ferðvinnuna í kommununi, siga tey í Eysturkommunu í dag