Fyrsta tap síðan 7. apríl fyri Arsenal

Arsenal spældu í gjárkvøldið á útivølli móti spanska Sevilla í bólki H í Champions League kappingini, og haðani fingu teir onki givið, tí til tess vóru Sevilla leikararnar alt ov tendraðir og vælspælandi

Fimta umfar var í gjárkvøldið spælt í Champions League, og her var greitt at Arsenal taptu ímóti Sevilla, Manchester United sníktu seg til sigurs, móti endanum, móti Sporting og Rangers taptu tepurt í Týsklandi.


Í september vunnu Arsenal 3-0 á heimavølli móti Sevilla, men heima í Spania er tað heilt ørðvísi at spæla, tí har eru Sevilla sera sterkir. Eitt sindur av hesari styrki vístu teir Arsenal, tá teir vunnu 3-1, hóast Arsenal løgdu seg á odda longu eftir 11 minuttum.


Heima á Old Trafford vóru Manchester United tætt við bert at fáa javnt móti einum treyskum Sporting liði, men tað skuldi vísa seg at vera fyrrverandi Sporting leikarin, Cristiano Ronaldo, ið skuldi verða avgerandi figururin í kvøldsins dysti. Tí í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, skoraði hann við frísparki og vann sostatt dystin fyri reyðu djevlarnar úr Manchester. Sigast skal annars at Nani, ið umboðar United, eisini er fyrrverandi Sporting leikari, so tað er við blandaðum kenslum, at hesir báðir hava eftir dystin á Old Trafford í gjárkvøldið.


Í Stuttgart í Týsklandi vitjaðu skotarnar úr Glasgow Rangers, og skuldi hetta vísa seg at verða ein sonn málveitsla, tí tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í dystinum, stóð máltalvan á 3-2 til VfB Stuttgart. Stuttgart leikarin ++++ skoraði tá fimm minuttir írestaðu.


Hini úrslitini vórðu:


Bólkur E:

Lyon-Barcelona 2-2

Stuttgart-Rangers 3-2


Bólkur F:

D.Kiev-Roma 1-4

Man Utd.-Sporting 2-1


Bólkur G:

CSKA Moskva-PSV 0-1

Inter-Fenerbahce 3-0


Bólkur H:

Sevilla-Arsenal 3-1

Steua Bucarest-Slavia Prague 1-1


Í kvøld vera so írestandi dystirnar í fimta umfari av Champions League, og tá spæla:

Bólkur A:

Besiktas-Marseille

Liverpool-F.C. Porto


Bólkur B:

Rosenborg-Chelsea

Valencia-Schalke04


Bólkur C:

Lazio-Olympiakos

Werder Bremen-Real Madrid


Bólkur D:

Benfica-A.C. Milan

Celtic-Shakhtar Donetsk