Fyrsta útlendska olju- felagið letur upp skrivstovu í Føroyum

Norska oljufelagið SAGA flytir 1. januar inn í bygningin hjá Trygd á Bryggjubakka í Havn. Tvey fólk verða til arbeiðis frá byrjan.


Norska oljufelagið Saga Petroleum hevur sum tað fyrsta útlendska oljufelagið gjørt hava at lata upp skrivstovu í Føroyum. Leigusáttmáli er gjørdur við Føroya Banka um ovastu hæddina í húsinum, sum Tryggingarfelagið Trygd hevur húsast í á Bryggjubakka.

Terje Hagevang, leiðari fyri oljuleitingini hjá felagnum við Føroyar, sigur við Sosialin, at teir lata skrivstovuna upp l. januar. Tvey fólk skulu arbeiða á skrivstovuni frá byrjan, ein norðmaður og ein føroyingur.

Terje Hagevang sigur, at leigumálið er fyri eitt ár. Møguleiki er fyri, at teir fara at flyta í onnur og størri høli tá. Tað veldst so alt um, hvussu verður við útbjóðingini í næsta ár og gongdini annars.

Oljusamtakið AMG hevur nú í tvey ár brúkt høli hjá Statoil í Gundadali sum skrivstovu. Har eru tó ikki enn sett fólk burturav. Hølini verða brúkt, tá fólk frá oljusamtakinum eru í Føroyum.

Oljufelagið Amerada Hess, sum er einasta oljufelagið, sum hevur fingið sær umboðsmann í Føroyum, húsast í hølunum hjá Marr Fisher Yviri við Strond í Havn.

Sosialurin skilur annars, at fleiri av útlendsku oljufeløgunum arbeiða við ætlanum at stovna dótturfeløg í Føroyum og í tí sambandi at lata upp skrivstovur her. Men fyri flestu teirra er tað rættiliga avgerandi, nær ein 1. útbjóðing verður og hvussu umfatandi hon verður.