Fyrsti dysturin hjá Fridrikku síðani 1. mai

Landsliðsleikarin kom á vøllin fyri ÍBV í seinna hálvleiki

Mynd: ÍBV Knattspyrna

Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen, ið spælir við ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hevur uttanfyri við skaða síðani 1. mai.

 

Í dag var Fridrikka aftur at síggja á vøllinum, tá lið hennara spældi dyst á útivølli í Reykjavík móti Þrótti. Fridrikka spældi allan seinna hálvleik.

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0. 

 

Fridrikka var við í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá ÍBV, og er hetta hennara triði dystur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

ÍBV er fjórðfremst í deildini við 14 stigum. FH er fremst í deildini við 19 stigum.

 

Mikudagin klokkan 17 spælir ÍBV fjórðingsfinalu í steypakappingini. Dysturin verður á heimavølli móti FH. 

 

 

 

Mynd: ÍBV Knattspyrna