Fyrsti dysturin verður í Kollafirði

Hetta vikuskiftið verður sjøtul settur á hondbóltskappingarnar

Fyrstu dystirnir í hondbóltskappingunum hjá kvinnum og monnum verða spældir hetta vikuskiftið.

Tveir dystir í FTZ deildini, sum er heitið á manskappingini, eru á skrá í dag og í morgin.

Fyrsti dysturin í ársins landskapping verður í Kollafirði, har KÍF fær vitjan av StÍF.

Í morgin klokkan 16 spæla H71 og Team Klaksvík í Hoyvíksøllini.

 

Tveir dystir í kvinnukappingini, sum eitur Hvonn deildin, verða spældir í morgin:

Annar verður í høllini á Skála klokkan 14, tá ið StÍF fær vitjan av VB, og tann seinni verður í KÍ-høllini klokkan 15, tá ið Stjørnan fær vitjan av Kyndli.

 

Í summar er nýtt gólv lagt á í høllini á Skála. Dystsurin milum StÍF og VB verður tann fyrsti, ið verður spældur á nýggja gólvinum.