Fyrsti forsetin í Daily Show

Amerikanski forsetin, Barack Obama, var í gjárkvøldið gestur í sjónvarpssendingini Daily Show, og hetta er fyrstu ferð, at ein virkandi forseti hevur játtað at luttaka í sendingini hjá tí kenda vertinum Jon Stewart. Hann er kendur fyri at speireka politikarar, men hann hevur demokratiskar røtur, og tí tók forsetin av tilboðnum.

Fyri Obama hevði tað stóran týdning at sleppa á skíggjan í einari so væl umtóktari sending, tí demokratiski flokkur hansara stendur til at taka miðvalið, sum verður í næstu viku. Forsetin gjørdi eisini nógv burtur úr valinum og bað fólk fara á val.

Sendingin við Barack Obama í Daily Show verður send í danska DR2 í kvøld.