Fyrsti fundurin í ár

Fyrsti tingfundurin í ár verður settur í dag klokkan hálgvum tvey

Fyrsti tingfundurin síðani 22. desember í fjør verður settur í dag klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Á skránnni eru fimm mál. Tvær fyrstu viðgerðir, eitt svar uppá fyrispurning, nevndarval sambært grein 25 og framløga.

Tær báðar fyrstu viðgerðirnar eru ávíkavist fyrsta viðgerð tingmáli 20/1999, ið er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi »lov om patienters retsstilling«, og fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 28/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftir lit og annað í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. Hetta málið legði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fyri tingið tann 22. desember.

Svarið uppá fyrispurning eigur Signar á Brúnni. Hann skal svara Rúnu Sivertsen uppá fyrispurning viðvíkjandi skúlanum á Trøðni. Fyrispurningurin varð fráboðaður 24. november í fjør.

Nevndarvalið verður framt sambært grein 25 í stýrisskipanarlógini. Talan er um nevnd til viðgerð av tingmáli nummar 27/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.