Fyrsti HM-hópurin nakrantíð hjá Usbekistan

Verjuleikari hjá Manchester City er millum teir kosnu

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyri fyrstu ferð í søguni skal asiatiska landið, Usbekistan kappast í HM-endaspælinum í fótbólti.

 

Usbekistan er í innleiðandi HM-bólki K saman við Portugal, Kolumbia og Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

 

Usbekistan er í løtuni nummar 50 á FIFA-styrkislistanum.

 

Landsliðsvenjari hjá Usbekistan er kendi italiumaðurin, Fabio Cannavaro. Størsta stjørnan á liðnum er verjuleikarin hjá Manchester City, Abdukodir Khusanov.

 

Týsdagin tapti Usbekistan 0-2 fyri Kanada. Mánakvøldið klokkan 19.45 spæla teir venjingardyst móti Niðurlondum. 

 

HER er fyrsti søguligi usbekiski HM-hópurin, ið Fabio Cannavaro hevur tikið út:

 

Málverjar: 

 

  • Utkir Yusupov (Navbahor Namangan)
  • Abduvohid Nematov (Nasaf)
  • Botirali Ergashev (Neftchi Fergana)

 

Verjuleikarar: 

 

  • Abdukodir Khusanov (Manchester City)
  • Khojiakbar Alijonov (Pakhtakor)
  • Farrukh Sayfiev (Neftchi Fergana)
  • Rustam Ashurmatov (Esteghlal)
  • Sherzod Nasrullaev (Nasaf)
  • Umar Eshmurodov (Nasaf)
  • Abdulla Abdullaev (Dibba)
  • Bekhruz Karimov (Surkhon Termiz)
  • Avazbek Ulmasaliev (AGMK)
  • Jakhongir Urozov (Dinamo Samarqand)

 

Miðvallarar:

 

  • Akmal Mozgovoy (Pakhtakor)
  • Otabek Shukurov (Baniyas)
  • Jamshid Iskanderov (Neftchi Fergana)
  • Odiljon Hamrobekov (Tractor)
  • Jaloliddin Masharipov (Esteghlal)
  • Oston Urunov (Persepolis)
  • Dostonbek Khamdamov (Pakhtakor)
  • Azizjon Ganiev (Al-Bataeh)
  • Abbosbek Fayzullaev (İstanbul Başakşehir)
  • Sherzod Esanov (Bukhara)

 

Áleyparar: 

 

  • Eldor Shomurodov (İstanbul Başakşehir)
  • Azizbek Amonov (Dinamo Samarqand)
  • Igor Sergeev (Persepolis)

Mynd: Ritzau Scanpix