Avstralska løgreglan hevur funnið og lagt hald á 100.000 sprelllivandi kakkulakkar hjá einum ólógligum alara.
Kakkulakkarnir vóru av serligum slag og vórðu mettir at hava eitt virðið av 200.000 avstralskum dollarum, sum svarar til einar 850.000 krónur í okkara peningi.
Hetta siga avstralskir myndugleikar.
Tað var í býnum, Bathurst, einar 200 kilometrar vestanfyri Sydney, at løgreglan fann og legði hald á kakkulakkarnar.
Talan er um kakkulakkar, sum eru millum heimsins størstu og gerast upp í umleið 7,5 sentimetrar langir.
Í Avstralia eru fleiri sløg av kakkulakkum, men hesi sløgini, sum hald varð lagt á, er ólóglig at innflyta.
Í Avstralia eru strangir reglar fyri innflutningi av øllum livandi skapningum.
- Enn er alarin ikki ákærdur, men teir umleið 100.000 kakkulakkarnir, sum hald er lagt á, verða avlívaðir, verður lagt aftrat.











