Mikukvøldið klokkan 18 spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir á týska meistaraliðnum, THW Kiel fyrsta kappingardystin í Týsklandi hetta kappingarárið.
PSD BANK DOME i Düsseldorf verður ramman um Super Cup dystin (stórsteypadystin) millum THW Kiel og Rhein-Neckar Löwen.
Mong í Føroyum eru spent at fylgja gongdini hjá THW Kiel nú Elias er partur av hópinum, og í annaðkvøld býðst høvið hjá føroyingum at fylgja við á sjónvarpsskíggjanum.
TV3 MAX, ið er ein av rásunum á Televarpinum vísir dystin millum THW Kiel og Rhein-Neckar Löwen. Sendingin á TV3 MAX byrjar klokkan 17.55.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir THW Kiel fyrsta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið, tá teir á útivølli spæla móti Balingen-Weilstetten.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin seta skjøtul á kappingarárið í bundesliguni við útidysti móti Leipzig komandi mánakvøld klokkan 18.