Fyrsti leikur fluttur kl. 14 í dag

154 lond luttaka hesuferð í Olympiaduni. Hetta er met. Í fyrsta umfari, sum byrjar kl. 14.00 í dag, er mótstøðuliðið Sri Lanka, sum er seedað nr. 114. Føroyar er seedað nr. 73 og harvið umleið í miðjuni av heimsins talvtjóðum.

 

Landsliðið - og borðsetingin - á Føroyska OL-landsliðnum 2008, er hendan:

 

IM Helgi Dam Ziska (2416)

FM Heini Olsen (2368)

IM John Rødgaard (2383)

Martin Poulsen (2281)

Jóan Hendrik Andreasen(2179)

 

Tað er at frøðast um, at serliga viðv. borðunum 1-3 er liðið søguliga javnt sterkt. Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

 

Talvsamband Føroya ásannar, at talan er um ein sera áhugaverdan landsliðshóp, sum í søguligum høpi er sterkasta OL-landslið nakrantíð. Tað er tískil við sera góðum treysti, at staðfestast kann, at vánirnar fyri einum samsvarandi søguliga góðum úrsliti avgjørt er viðkomandi at hóma í havsbrúnni.

Lutfallsliga besta úrtøkan higartil var í OL Moskva 1994, uppá 52,7%.

 

Fylgið OL - LIVE ? á www.faroechess.com