Klaksvík:
Nógv varð gjørt burtur úr, tá dokumentariska ævisøgan um Kaj Johannesen varð givin út. Hóast regn og ótýdligt veður var, so mundu eini 130 fólk vera komin í býráðshøllina til bókaframløguna.
Thorleif Sigurðsson, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og hann helt fyri, at hetta var ein stórur dagur í Klaksvík, nú ein ævisøga um ein av kendu synunum norðanfjørðs, sum hevði so stóran týdning fyri fiskivinnuna, er komin út.
? Tað er gott, at tí tílík bók kemur út. Hon má sigast at vera ein varði í fiskivinnusøgu okkara, segði Thorleif Sigurðsson millum annað.
Forkvinnan í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, segði eisini nøkur orð. Hon greiddi frá einum práti, sum pápi hennara, Christian úti í Oyri, og hon høvdu havt um fiskivinnu nakrar dagar frammanundan.
? Við sendingunum, sum Zacharias Hammer júst hevur gjørt fyri sjónvarpið um nýggja Skálaberg og hesari bókini um Kaj má grundarlag sigast at vera at samanbera korini hjá fiskimonnum fyrr og nú, helt Jórun fyri.
Skjalatilfarið lyftir bókina
Síðani tók Jógvan Ravnsfjall orðið. Hann tosaði um bókina og ummældi hana. Jógvan helt, at rithøvundurin hevði verið óførur at savna tilfar inn. Bæði skjalatilfar og at finna munnligar keldur. Hann helt fyri, at keldulistin aftast í bókini er sera hentur fyri lesaran.Eisini nevndi hann, at fleiri av myndunum, sum eru í bókini, ikki eru sæddar fyrr.
Jógvan fanst millum annað at ov nógvum endurtøkum í bókini, sum til tíðir kunnu ørkymla lesaran. Hann helt eisini, at málsliga avrikið var í lakara lagi, men samstundis legði hann stóran dent á, hvussu væl persónarnir eru lýstir í bókini.
? Høvuðspersónarnir verða væl lýstir í bókini, sum ikki er merkt av reypi og øðrum. Bókin er eitt úrslit av tí megnar avriki, sum rithøvundurin hevur framt við at leita fram tilfar um hendan mannin, pápa hansara og abba hansara, segði Jógvan Ravnsfjall millum annað.
Glaður
Tá Jógvan var liðugur við sítt ummæli, tók rithøvundurin sjálvur orðið. Hann legði út við at siga, at tað ikki var uttan eyðmýkt, at hann stóð framman fyri teimum, ið savnað vóru hetta kvøldið.
? Her er so mong fólk, ið kendu Kaj so nógv betur enn eg, men at skriva eina ævisøgu hevur altíð verið ein dreymur hjá mær, sum so nú er veruleiki. So eg eri ein avbera glaður maður, nú eg standi her, segði Jústinus L. Eidesgaard millum annað.
Hann greiddi eitt sindur frá forarbeiðinum og sjálva útgávuna av bókini. Hann las eitt brot upp úr bókini, har hann sum rithøvundur greiðir frá, tá hann var í Hvannasundi eftir gomlu handilsbókunum úr ávíkavist handlinum í Buð og handlinum hjá Havnajógvani.
? Handilsbøkurnar úr Hvannasundi lýsa best, hví Kaj bleiv ein verðinsmaður yvir teimum øllum, segði Jústinus, áðrenn hann byrjaði at lesa upp úr bókini.
Síðani var kaffi og smákøkur at fáa, og fólk kundu keypa bókina og fáa hana signeraða av Jústinusi.
Eini fimti bøkur vórðu seldar, og Jústinus mundi signera tær allarflestu.