Fyrsti skúladagur

Tey tjúgu, ið kláraðu upp um gáttina til fjarlestur útbúgvingina, høvdu fyrsta skúladag fríggjadagin

Fjarlestur

Tað var fyrsti skúladagur fríggjadagin. Fyrsti skúladagur hjá tjúgu fólkum. Tey tjúgu, sum hava fingið innivist á nýggju útbúgvingini innan leiðslu og fyrisiting, ið Robert Gordon University í Aberdeen bjóðar út í samstarvi við Føroya Handilsskúla. Tað var heldur ikki lítið, sum kanska ikki heilt ungu næmingar vóru spentir, tá lærararnir hjá teimum kundu geva teimum tilfar og greiða frá teimum næstu trimum árum, tá leiðsla og fyrisiting fara at mynda mangan kvøldartíman.
Sum vera mann til tílík høvi varð borðreitt við onkrum góðum. Næmingarnir fingu hvítvín, juice(sevja) og kokostoppar. Sum heild var alt tað, ið hoyrir einum fyrsta skúladagi til, til staðar á fyrsti skúladegnum fríggjadagin.
Tað vóru eisini nakrir fróðir næmingar, ið vóru møttir upp. Tey vistu sum var, at fleiri høvdu verið um boðið, og tey vóru tey útvaldur, av eimum skara, sum tald mong fleiri væl roynt og útbúgvin fólk. Fleiri enn hundrað royndu at sleppa inn, men tað vóru bert tey 20, ið megnaðu at klóra seg upp um gáttina.
Allir næmingarnir hava útbúgving frá lærdum háskúla við sær í viðførinum, soleiðis at talan er um nøkur væl kvalifiseraði fólk. Og tað krevur eisini eitt sindur at skula taka eina master- útbúgving. Ein master-útbúgving verður eftir teirri bretsku skipanini tikin eftir fýra ára útbúgving sum undergraduate. Ein master tekur vanliga eitt ár, soleiðis at fjarlesturin hjá teimum tjúgu føroyingunum er ein eitt ára long útbúgving, ið er longd til trý fyri betri at rigga sum partíðarlestur.