Fyrstu bátarnir komnir á Summarfestival

Longu í gjár byrjaði skráin fyri ársins Summarfestival og eins og undanfarin ár, so ber væl til at fara við báti til Klaksvíkar at uppliva festivalin

Klaksvíkingar hava spent seg út í samband við Summarfestivalin í ár. Viðvíkjandi tjalding, so hava teir økt um tjaldingarmøguleikarnar.
Men eins og undanfarin ár, so er eisini møguleiki hjá bátaeigarum at koma siglandi á festivalin. Henda møguleikan hava fleiri nýtt undanfarin ár. Á stongunum eru góðir atløgumøguleikar og har er atgongd til wc, vatn og líknandi.
Longu hósdagin komu fyrstu bátarnir til Klaksvíkar.