Í gjár gingu søgur um, at ein føroyingur - ella rættari, at ein skálamaður hevði vunnið høvuðsvinningin í danska Lotto-spælinum, og fyri at kanna um so var, spurdu vit Lars Wiberg frá kunningardeildini hjá Dansk Tipstjeneste, og hann váttaði at so var.
? Jú, tað er rætt. Vit funnu bert ein vinnara í dráttinum, sum var leygardagin, og í morgun hava vit funnið útav, at seðilin er seldur í Havn, sigur Lars Wiberg, sum kortini ikki kundi upplýsa navnið á viðkomandi.
Hann segði tó so mikið, at tey høvdu havt samband við vinnaran, sum hevði trupult við at fata, at hann hevði vunnið.
Janus Uldall er fyrsti føroyingur, búsitandi í Føroyum, sum hevur vunnið høvuðsvinningin í Lotto, síðani føroyingar fingu loyvi at vera við í spælinum í viku 17 í 1997.
Ein kona í Norðoyggjum vann fyri góðum hálvum øðrum ári síðani 1,6 mió., men tað var í Viking Lotto. Umframt hesi bæði hava onkrir føroyingar búsitandi í Danmark verið so hepnir, at teir hava vunnið tann stóra vinningin.