Fyrstu ferð at ómannað Nato-flogfar er virkið í Noregi

Nato hevur fimm fjarstýrd flogfør av júst hesum slag. RQ-4D Phoenix er 14,5 metrar langt og vigar sløk sjey tons

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt ómannað flogfar av slagnum, RQ-4D Phoenix, verið virkið út frá einari hernaðarflogstøð í Noregi.

 

Tað var nevniliga í gjár, at ómannaða flogfarið kom til støðina í Ørlandet í Noregi.

 

Í tíðindaskrivi sigur Nato, at hendingin er eitt týdningarmikið vegamót fyri fregnartænastu-, kanningar- og eftirlitsvirksemið hjá Nato, rópt NISRF.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at hetta eisini er fyrstu ferð, at ómannað flogfar av hesum slag hevur verið virkið í norskum øki.

 

Lagt verður aftrat, at Nato hevur fimm fjarstýrd flogfør av júst hesum slag. RQ-4D Phoenix er 14,5 metrar langt og vigar sløk sjey tons.