Fyri løtu síðani avdúkaði Steintór Rasmussen fyrstu fimm nøvnini til SummarFestivalin Hetta gjørdi hann á jólaradio á Rás2, har Steintór Rasmussen í løtuni er gestur í Rásarúminum.
Her kundi hann staðfesta, at ein av føroysku bólkunum á Festivalinum verður Moby the Pink Pilot, sum júst hevur vunnið FM08 tónleikakappingina.
Hartil er longu nú greitt, at Hanus G. Johansen sætta árið á rað verður gestur á festivalinum. Og tað verður Anfinn Nielsen eisini. Anfinn hevur bert eina ferð áður verið á festivalinum. Hetta tá hann í 2006 hevði eitt brak av eini framførslu.
Páll Finnur Páll verða fyri fjórðu ferð partur av festivalinum, og so verður 2009 eisini árið, tá Frændur aftur verða partur av festivalinum. Tað vóru teir eisini, tá festivalurin sá dagsins ljós í 2004, og nú er so løtan komin, har føroyska tónleikanostalgi´in av álvara aftur sleppur at blóma við Vágsbø.