Fyrstu jólapakkarnir av landinum

Seinastu vikurnar hava skógvahandlarnir havt eitt serligt slag av viðskiftafólki, ið hava havt størri áhuga fyri tómum skógvaeskjum, heldur enn snotiliga fótbúnaðinum á handilshyllunum.

Hjálp
Jan Müller



Beinleiðis orsøkin er átakið Operation Christmas Child, og ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið væl undir við átakinum.

Átakið Operation Christmas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum. Felagsskapurin aftanfyri Operation Christmas Child er Samaritan?s Purse, ið er ein kristin hjálparfelagsskapur. Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy Graham, er leiðari fyri felagsskapinum.

Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tómu skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. At brúka júst eina skógvaeskju hevur tað frágreiðing, at tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á støddini á gávunum.


Nú arbeiðið í Føroyum fyri í ár er liðugt, og skógvaeskjurnar eru savnaðar í avskipingarhølunum hjá Skipafelagnum, klárar at verða avskipaðar til Bretlands, gongur sjón fyri søgn, at føroysk børn, foreldur, ommur og abbar hava eitt stórt hjartað, tá talan er um at rætta eina hjálpandi hond til neyðstødd børn úti í heimi. Mong úti um oyggjaland okkara hava lagt tíð og pening í at geva eina persónliga kærleiksgávu til eitt treingjandi barn úti í heimi. Saman við ymsum tinganesti er eisini ein persónlig heilsa, so barnið veit, hvaðani gávan eri.

Gávueskjurnar er pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í eskjunar í Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud sum gav Jesus, heiminum til frelsara, og hvørs føðing vit minnast á jólum.