Um talið á stórum vøruflutningsbilum í Evropa økist í sama mun sum nú, verður talan um ein vøkstur uppá 38 prosent í mun til 1998. Hetta kemur at økja nógv um tungu ferðsluna og um luftdálkingina í teimum ymisku londunum.
Fyri at loysa hendan trupulleika hava royndir verið gjørdar við vøruflutningsbilum, sum eru 25,25 metrar við 8 akslum langir. Ein svensk kanning sum er gjørd av Institutt for Transportforskning, vísir, at hesir megastóru vøruflutningsbilarnir økja kapasitetin við 40-60 prosentum, talið á túrum minkar við 30 prosentum og oljunýtslan minkar við 15 prosentum. Tilsamans skuldi hetta minka um flutningsútreiðslurnar við umleið 23 prosentum. Kanningin vísir eisini, at trygdin ikki verður verri, um bilarnir eru so stórir, tí talan verður ikki um størri aksiltrýst, av tí at bilarnir hava fleiri akslar enn vanligir stórir vøruflutningsbilar. Bremsulongdin verður eisini tann sama.
Kelda: Transport Magasinet