Umframt at sjálvir bólkarnir, sum taka lut í Prix-Føroyar kappingini kunnu vinna sínar heiðurslønir, so sleppa áskoðararnir eisini upp í part í ársins útgávu av tónleikakappingini.
Í samstarvi við Føroya Tele og Atlantic Airways hevur Sosialurin nevnliga eina SMS-kapping til hvørt umfarið, og fyrstu vinnararnir í hesi kapping vórðu funnin um vikuskiftið.
Vinnararnir vóru hesi:
1Sunnuvá Bæk, Tórshavn
(Vikuskiftisatgongumerki til G-Festivalin)
2Páll Rói Poulsen, Syðrugøta
(2 vikuskiftisatgongumerki til Summar-Festivalin)
3Karin Jóannesardóttir, Tórshavn
(Pop-List 1, 2 og 3 frá 3-aranum)
4Eiler Thomassen, Sandavágur
(Ríðitúr fyri 4 fólk frá Berg Hesum)
5Tummas Jákup Henriksen, Sandavágur
(2 atgongumerki til Prix-finaluna)
6Richard A. Olsen, Hósvík
(2 atgongumerki til Listastevnuna)
7Vest-Mót v/Jónleyg Bláhamar, Vestmanna
(Fartelefon frá Føroya Tele)