Ta› ber ikki til at l‡sa vi› or›um, saknin og tómrúmi, sum er, nú tú ikki ert ímillum okkum meir. Tú vart eitt so serstakt menniskja Gu›run, tú vart okkum ein sera gó›ur arbei›isfelagi og vinur, og ta› gongur ikki ein einasti dagur, har vit ikki hugsa um teg, tosa um teg, ja ta› er sum um tú ert mitt ímillum okkum vi› hvørt, og vit næstan hoyra teg fyri okkum, tú hev›i ein serligan máta at siga tingini uppá, og vart so ótrúliga skemtingarsom, uttan at vita av tí. Tú gekk uppí títt arbei›i 100 %, og vart eitt av okkara allar størsta áliti í felagnum, og vita vit eisini at okkara trúgvu fer›afólk sakna teg.
Okkara tankar eru hjá tykkum øllum sum Gu›run var so ómetaliga gó› vi›: Eigil, Elinborg og Anfinn v/familju. Vit kunnu ikki seta okkum inní tykkara stø›u, men engin ivi er í, hvussu gó› Systi var vi› tykkum, dagliga tosa›i hon um tykkum , og tá vit vóru til handils í ø›rum londum, ja so vóru kuffertini altí› full vi› ymiskum til tykkara,
Oddmar, tú vart henni ein so gó›ur ma›ur, stu›ul og hennara tryggleiki, og tosa›i hon um teg vi› kærleika og takksemi. Tit voru eitt gott toymi, og trygg kundi hon fara frá húsum, tí hon visti at tú vart har fyri dreingirnar.
Mammusa dreingir, Borgar og Eigil, tit vóru hennara størsta gáva, og mamma var so stolt av tykkum, hon elska›i tykkum yvir alt, og l‡sti upp tá hon fortaldi okkum um tykkum.
Okkara bøn er at Harrin skal geva tykkum styrki, uggan, og mót til hvønn dag sum kemur.
Vit kenna okkum so fátæk, nú Gudrun er farin handan s‡n, men alíkavæl so ríkan, tí vi fingu høvi til at kenna hana,og minnini eru okkum so ómetaliga rík og gó›, tey kann ongin taka frá okkum.
Takk fyri alt gó›a Gu›run.
Fri›ur veri› vi› minninum um starvsfelaga okkara, Gu›run Hervør Joensen.
Flogmanningin, Atlantic Airways