Eg kundi ikki svara annað enn sum satt var, at hetta var so. Hevði blaðmaðurin havt ringt aftur, hevði hann fingið at vita, at sjálvan fýra ára dagin, tann 16. november 1998, varð kæran send dómstólinum, so tann partin av málinum er ikki meira at siga um sum er.
Eg hevði heldur ikki ætlað at gera fleiri viðmerkingar, var tað ikki viðtalið við fútan í blaðnum tann 17. november, ið eg ikki haldi kann standa heilt ósvarað. Sjáldan havi eg sæð ússaligari umberingar frá manni, ið við so nógvari orku hevur forfylgt so nógvum monnum í so langa tíð.
Nøkur fá orð um skipamálið sum heild
Minnið er reiðiliga stutt hjá teimum flestu, og óivað er hetta eisini galdandi um skipamálið, ið annars mangan ruddaði forsíðurnar á bløðunum tann tíð tað var. Tá skortaði heldur ikki við viðmerkingum frá fútanum og hansara monnum, og lítið var at hoyra um »manglende ressourcer« og aðrar undanførslur. Satt at siga vóru tað mong, ið undraðust á, at so nógv orka og so nógvir pengar kundu verða oyðslaðir burtur við so lítlum úrsliti.
Her skal bert verða mint á, at tá fútin setti ta ógvisligu herferðina í verk tann 16. november 1994, hevði hann longu fingið dóm í Heygadrangsmálinum, har allir teir fýra ákærdu vórðu fríkendir bæði av Føroya rætti og Eystaralandsrætti. Um sama mundið hevði Skálafjalsmálið ligið á borðinum hjá Sorinskrivaranum í drúgva tíð, so fútin man helst hava havt eina hóming av, at tað stóð ikki so væl til. Hevði hann havt bert eitt lítið vet av skili og sømiligheit í kroppinum, hevði hann ikki verið farin sum gløðandi dýna um alt ríkið við húsarannsóknum, skuldsetingum og handtøkum, men heldur bíðað eftir næsta dóminum, sum tá var væntandi um reiðiliga stutta tíð.
Fyrst og fremst orsakað av meira og minni panikkendum tiltøkum hjá fútanum varð Skálafjalsmálið seinkað so mikið, at dómur ikki fall fyrr enn tann 5. desember 1995 við sama úrsliti: allir teir ákærdu, ið nú vóru ikki færri enn sjey, fríkendir. Onkur minnist kanska enn gruggið eftir at fútin hevði fingið greið boð frá ríkisadvokatinum, at nú var slutt. Privat skjøl ólógliga kunngjørd, ein óskyldigur Mikinestúrur, sum fútin hevði vitað um alla tíðina, blástur upp til eina generalsamansvørjing millum verjar og dómara, dómarin útspiltur fyri sín dóm í bløðunum, og royndir at fáa verjarnar dømdar fyri revsilógarbrot. Øll hendan orkan og alt hetta arbeiðið til onga nyttu, tí fútin fekk alt aftur í høvdið. Men útspillingin eydnaðist tó partvís, so tað varð ið hvussu er vunnið.
Aftur til herferðina í november 1994
Sum nevnt var tað ikki smávegis orka og peningur, ið vórðu brúkt til at savna inn ta skjalarúgvu, ið fútin og handgingnu menn hansara lótu seg avmynda mitt í til frama fyri sjónvarpshyggjararnar, meðan bláu ljósini frá løgreglubilunum kastaðu sín ófrættadám á myndina. Her var sanniliga fongur, og her mundu mangir brotsmenn fara at hitta sítt Waterloo. Tey ikki alt ov stuttmintu hóma kanska enn tær óendaligu reolirnar, ið javnan vóru at síggja í sjónvarpinum ta einu tíðina. Seinni frættist, at ikki færri enn 700 metrar av reolum vóru á tremur av skjølum, ið løgreglan hevði verið so heppin at leggja hondina á í tí djarva tiltakinum tann myrka novemberdagin. Onkur skjalakønur sigst at hava roknað út, at sooo nógvir metrar svara til eini fjúrtantúsund ringbind av teimum vanligu, og at eru tey bert nøkunlunda væl stappaði, skuldu skjølini verið í minsta lagi tvær miljónir, so her er sanniliga dúgliga arbeitt.
Hvat er so komið burturúr?
Eg hugsi tað mundu vera einir 150 menn, ið fingu óbodna vitjan hendan dagin. Nakrar konur, sum vóru so óhepnar, at menninir vóru til skips, fingu sovorðnan kvøkk tá tær fingu løgregluna á kroppin, at tær hava ikki vunnið á honum enn. Skipini, ið góvu høvi til herferðina, mundu vera eini 12 í tali. Nú fortelur fútin fyri einari helst undrandi fjøld, at eftir eru fýra skip, restina hevur hann so hvørt verið noyddur at krøkja av, helst við ringum tannabiti. Ikki fyrr enn nú faá vit at vita, hvørjar grundirnar eru til at so lítið er komið burturúr so stórum strevi og oyðsli av almennum pengum, og tað er eingin minni enn fútin sjálvur, ið kemur við teimum skelkandi upplýsingunum.
Undanførslur fútans
»Fútin vísir á, at tá málið um Heygadrang byrjaði, bað hann bakmanspolitiið um at yvirtaka málið, tí tað var ov stórt og komplekst til hansara embæti«.
Jú, rætt er lisið. Hetta avdúkar fútin nú eftir at hann í skjótt níggju ár hevur gingið so nógvum ósekum fólkum so nær. Hevði hann so havt dugað sær at tikið tær neyðugu niðurstøðurnar av hesi alt ov rættu meting hansara, ið man vera tann skilabesta, hann higartil hevur gjørt í øllum málunum. Í staðin fyri í minsta lagi at gevast, tá hann fekk rætt í hesi metingini við landsrættardóminum í Heygadrangsmálinum, helt hann fram og herdi ágangin so hvørt sum hann átti at verið enn meira sannførdur um, at upprunaliga metingin var tann rætta.
»Orsøkin til, at málið dregur út, er fyrst og fremst »af ressourcemæssige årsager«.
Fútin veit, at hendan umberingin dugir ikki. Hann hevur ikki loyvi at lata so grovar skuldsetingar liggja og savna dust av pengatroti. Annaðhvørt eigur hann at tryggja sær neyðugu orkuna, áðrenn hann leggur í vaðið, ella sleppa skuldsetingunum tá orkan gongur undan. Mannalagnur eru hóast alt ikki fyrst fimmpundsfløk, ið arbeidd kunnu verða undan so hvørt sum orkan loyvir tí. Mannarættindadómstólurin er ikki kendur fyri at taka tílíkar umberingar fyri góðar vørur.
»Tað tykist, sum tað verður gloymt í hesum kjakinum, hvør tað var, sum setti meg í gongd við at gera kanningarnar. Tað var nevniliga Føroya Landsstýri«.
So vita vit tað. Tað er landsstýrið, sum hevur skyldina. Var tað so eisini landsstýrið, ið beitti fútan út um landið í november 1994? Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita. Sjálvt um fútin lat landsstýrið »lokka seg« at fara undir Heygadrang, átti hann at havt sett seg niður at hugsa seg um áðrenn hann helt fram eftir dómin í Heygadrangsmálinum.
»Fútin hevur saknað »en fornuftig dialog« við teir skuldsettu«.
Álvaratos, er maðurin vorðin púra óður í høvdinum. Fyrst senda løgreglumenn út um landið at róta í hvørjum skápi og undir hvørjari song og síðan krevja, at hesi somu fólk skulu vera til reiðar at fara í »fornuftig dialog« við seg. Sjálvur kann eg vátta, at síðan ta serdeilis óvælkomnu vitjanina av fútans monnum fyri fýra árum síðan, havi eg hvørki hoyrt orð ella eið frá honum ella hansara. Til »dialog« krevjast ið hvussu er tveir partar, og til »fornuftig dialog« krevst eitt sindur afturat. Hvørgin av hesum fortreytum hevur verið til steðar í tí málinum, eg kenni best til.
»Tað er ikki rætt, at eg havi ákæruheimild, sum liggur omanfyri ta hjá einum donskum politimeistara«.
Her talar fútin móti betri vitan.
Fyrst skal eg royna í stuttum at greiða lesarunum frá hvat hetta merkir, og hví rættartrygdin í Føroyum lættliga kann koma í vanda, er fútin ikki uppgávu sína vaksin. Í flestu londum, Danmark plagar at dáma at bera saman við, eru vatntøtt skott millum, løgreglu og ákæruvald. Meðan løgreglan hevur til uppgávu at halda skil á, verða møgulig lógarbrot kannað av óheftum dómarum, ið eru púra óheftir av løgregluni, og gera av, um tað tilfarið, ið er fingið til vega m.a. av løgregluni, er nóg álítandi til at ákæra kann verða borin fram fyri dómstólarnar.
Í Danmark er skipanin væl lakari, hvat rættartrygd viðvíkur, men kortini eru viðurskiftini langt omanfyri tey, ið galdandi eru í Føroyum. Har er tað viðkomandi politimeistari, ið stendur fyir kanningunum, meðan málið síðan verður sent einum statsadvokati, ið ger av um ákæra skal verða reist í málinum. Statsadvokaturin hevur einki við kanningararbeiðið at gera og sær tí málið við »óspiltum eygum«. Eiheldur hevur hann nakað »í klemmu« um hann letur málið falla, tí hann hevur jú onga ábyrgd av kanningararbeiðinum.
Í Føroyum er øðrvísi. Her er fútin sum politimeistari ovastur fyri løgregluni og hevur sostatt ábyrgdina av øllum hennara kanningarstarvi. Tað sást eisini skilliga í skipamálunum, at hann helt seg ikki aftur í so máta. Men harafturat hevur fútin sambært føroysku rættargangslógini allar heimildir, sum ein statsadvokatur hevur í Danmark. Hann skal sostatt tá kanningararbeiðið er lokið, taka støðu til um hesar kanningar, sum hann sjálvur hevur ábyrgdina av, eru nóg dyggar og um málið tolir at koma fyri rættin.
Nú kann hvør einstakur gera sær sínar egnu tankar um, hvussu gott hetta er fyri rættartrygdina. Úrslitini higartil í skipamálunum bert ið hvussu er ikki boð um, at alt er sum tað eigur at vera. Fútin kann ikki umbera seg við, at hann kann ikki lastast fyri, at dómstólarnir hava verið hinum ómildir í hesum málum. Hann hevur nevniliga bæði skyldu til at reisa ákæru, har hetta er neyðugt, og at lata vera við at reisa ákæru, har ikki kann roknast við dómi.
Eiheldur er tað nøkur umbering, men heldur ein vandamikil óskikkur, at fútin, sum hann sjálvur greiðir frá, vendir sær til ríkisadvokatin í tíð og ótíð um ráð og leiðbeining. Ábyrgdin av fútastarvinum er fult og heilt fútans og allar royndir hansara at knýta ríkisadvokatin afturat sær sum samsekan broyta einki í hesum. Men leiklutur ríkisadvokatsins sum kærumyndugleiki hjá almenninginum um fútans embætisførslu verður gjørdur til einkis í sama mun sum tað eydnast fútanum at heingja ríkisadvokatum upp sum sín samseka.
Samanumtikið
Eg havi sum nevnt omanfyri sent mannarættindadómstólinum kæru um málsviðgerð fútans og ætli mær tí ikki at umrøða tað málið alment fyrr enn dómstólurin hevur tikið avgerð.
Tað er ikki bert í Føroyum at »skipamál« hava verið nógv umrødd. Sum kunnugt hava ikki smávegis skipagølur verið uppi og vent í Danmark, og har eydnaðist eisini at fáa tríggjar menn dømdar í tí sonevnda Svendborgmálinum, har sami taktikkur var brúktur av ákæruvaldinum, sum fútin royndi til fánýtis í Heygadrangsmálinum, nevniliga at lýsa málið sum nakað heilt einastandandi og dylja leiklut myndugleikanna. Tíbetur hevur eydnast at fáa Svendborgmálið uppafturtikið, so vónir eru um, at teir báðir dømdu, ið eru á lívi, fáa uppreisn. Øll hini málini hevur danska stjórnin lagt lok á, so tað er bert fútin, ið framvegis drívur á. Hvat endaliga úrslitið verður av hansara royndum vita vit ikki enn, men livst so spyrst.
Halgir Winther Poulsen