Onnur opna uppboðssøla av fiskirættindum var á Toftum í dag.
Til sølu vórðu 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild.
Tilsamans bleiv selt fyri 18,9 milliónir í dag.
Tað vórðu sjey, sum góvu boð, men seks høvdu vinnandi boð:
Næraberg og Borgarin skulu fiska fyri reiðaríið Næraberg.
Norðborg skal fiska fyri reiðaríið Hvalnes.
Nýborg fyri Ocean Group Faroes.
Tummas T og Jupiter skulu fiska fyri reiðaríið Varðin.