Góðar vónir til Oyggjaleikirnar

Frælsur ítróttur: Vónirnar eru góðar til Oyggjaleikirnar, hóast rennibreytin í Havn nú er sett á bíðilista

Á Oyggjaleikunum, sum í ár verða á Gotlandi í døgunum frá 26. juni til 2. juli, verða Føroyar sum vant umboðaðar í frælsum ítrótti, sum er ein av føstu ítróttargreinunum á leikunum.

Heri Ziska, sum sjálvur skal vera við í klingruvarpi og hamarkasti, sigur, at vónirnar eru góðar, hóast vónbrotið viðvíkjandi rennibreytini.

? Tað gekk sera væl hjá okkum seinast á Jersey, tá vit fingu fleiri heiðursmerki, millum annað tvey úr gulli, sigur Heri.

Endaligi hópurin er ikki úttikin, men væntandi fara millum átta og tíggju fólk avstað til Gotlands.

Á Jersey fyri tveimum árum síðani vann Ási Mikkelsen gull í longdarlopi í oysandi regni, meðan Freddy Poulsen vann gullmerki í 800 m renning.

Freddy hevði eitt minni gott ár í fjør, men hann sær út til at vera betri fyri nú, heldur Heri Ziska.

Hann sigur, at nøkur nýggj andlit allarhelst vera við í ár í mun til seinastu leikirnir, m.a. Ingibjørg Poulsen, sum setti nýtt met í kúluvarpi hetta vikuskiftið.

Hetta verður samstundis fyrstu ferð síðani í 1991 á Álandi, at kvinnur eisini umboða Føroyar í frælsum ítrótti. Umframt Ingibjørg verða tað teir báðir rennararnir Rigmor Joensen og Sunnuvá Bjarnastein.

Av øðrum skulu vit eisini ivaleyst rokna við Guttormi Sørensen, sum var klárt besti rennarin her heima á landi í 1998.