Kenda sendingin á BBC, Fast Track, sum røkkur 350 mió. húsarhald, hevði um
vikuskiftið eitt innslag um G! Festivalin. Hetta var partur av tí tey
kalla fyri The insider guide sum hesaferð snúði seg um festivalar og
høgtíðir, sum tú mást uppliva í summar.
Síggj innslagið á heimasíðuni hjá BBC her:
news.bbc.co.uk/2/hi/programmes/fast_track/9526208.stm
BBC World Service útvarp hevur fyrr sent frá G! Festival (2007), men
hetta er fyrstu ferð at BBC sjónvarpið ger innslag um G!
Eftir ætlan verður eisini eitt innslag frá G! í BBC News meðan
festivalurin er.