Góð byrjan hjá ungdómslandsliðnum

Leygardagin var svimjikapping millum íslendska svimjifelagið Ægir og føroyska ungdómslandssliðið. Føroyska liðið var við yvirlutan í flestu kappingunum, og venjarin Petur Heðin á Fløtti, sigur, at hann var nøgdur við tað, sum hann sá

Klaksvík:
Íslendsku svimjararnir vóru í aldrinum 12 ? 13 ár, meðan teir føroysku vóru 12 ? 14 ára gamlir. Hetta gjørdi óivað sítt til, at føroyingarnir vunnu meginpartin av kappingunum. Men kortini má hetta sigast at vera ein góð byrjan upp á venjingina hjá svimjarunum.
Kappingin vardi tveir tímar, og eitt føroyskt met varð sett.
13 ára gamla Elspa Mørkøre úr Ægir í Klaksvík tók metið hjá Duritu Djurhuus í 50 m ryggsvimjing, sum hon setti á oyggjaleikunum á Álandi í 1991. Tað merkisverda er, at hetta var sama ár, sum Elspa varð fødd. Gamla metið var 32.79. Elspa svam teinin upp á 32.5. Eisini setti Elspa, sum júst er farin upp í bólk 4, trý bólkamet, so her er uttan iva talan um ein svimjara, sum hevur eina bjarta framtíð.

Ov lágt støði
Petur Heðin sigur, at føroysku svimjararnir taptu bert tvær kappingar í hylinum í Klaksvík leygardagin, og tí viðgongur hann, at støðið hendan dagin kanska var í lægra lagi fyri teir føroysku svimjararnar.
? Men tað gekk fínt, og eg var eisini væl nøgdur við tað, sum eg sá, sigur føroyski venjarin.
Hann leggur afturat, at kappingarárið í Føroyum júst er byrjað, og tí eru svimjararnir kanska ikki rættiliga komnir í venjing enn. Tí kundi væl hugsast, at munurin hevði verið enn størri, um hendan kappingin lá nakað seinni á árinum.
Petur Heðin sigur, at tað er gott at byrja við kappingum beinanvegin í kappingarárinum, tí tað gevur byrjanini nakað eyka, sum annars ikki hevði verðið.

Framgongd
Føroyska ungdómssvimjilandsliðið sá dagsins ljós fyri tveimum árum síðani. Tað fyrsta árið tóku ymiskir venjarar upp á skift sær av tí, men hetta seinasta árið hevur landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti tikið sær av tí. Men tað ger hann bert til aðalfundin hjá Svimjisambandinum. Tá tekur onkur annar yvir, sum skilst.
Petur Heðin sigur, at ungdómslandsliðið hevur stóran týdning fyri menningina av føroysku svimjingini. Her ber til at fáa fatur á ungum, evnaríkum svimjarum og halda teimum til á einum seriøsum støði.
? Her sær man eisini, hvør vil og hvør er við til stuttleika, sigur hann.
Tað hevur verið so, at tá svimjararnir eru farnir upp um 14 ár, so hava teir verðið sleptir upp á fjall, um ein kann siga tað so. Hetta fyri at staðfesta, hvussu teir klára seg, áðrenn teir kunnu koma á A-landsliðið. Hendan royndin vísti tó, at framgongdin hjá tí einstaka svimjaranum ikki var so góð, sum væntað, og tískil eru fleiri sloppin at halda fram á ungdómslandsliðinum fyri at halda teimum til. Og tað hevur sambært, Petur Heðini, givið úrslit tann rætta vegin.