GÍ fær málverja úr Birmingham

Mikudagin kemur málmaðurin Craig Johnson til Gøtu at royndarvenja. Sambært heimasíðuni hjá GÍ kemur málmaðurin úr Birmingham, og hann hevur verið knýttur at liðum í bæði Onglandi og Spania.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein bretskur málmaður er at finna í Gøtu. Carl Whitehouse royndist gøtumonnum sera væl á sinni.
Í fyrstu atløgu er talan um royndarvenjing hjá Craig Johnson.