Annan dystin á rað noyddist B71 at leggja rygg til ein lemjandi 5-1 ósigur, og tað má kennasta svárt hjá sandoyingum, serliga tá ið havt verður í huga, at talan hevur verið um tveir ógvuliga týðandi dystir. Fyrri dysturin var finalan um FSF-steypið móti B68, men seinni dysturin var fyrra hálvlfinalan í kappingini um Løgmanssteypið móti GÍ mikukvøldið.
Súni er nakað heilt fyri seg
Í einum av slagsangunum hjá GÍ ljóðar ein regla soleiðis: GÍ er nakað heilt fyri seg, men spurningurin er, um tað ikki hevði verið rætt at broytt hetta til at ljóða Súni er nakað heilt fyri seg, tí landsliðsmaðurin hjá GÍ er í serflokki.
Hóast hann á landsliðnum er fastur fúsur á vinstra bakki, og fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum í fremstu deildini, so tykist Súni Olsen stórtrívast í álopinum, har hann hevur búleikast fyri tað mesta í ár.
Súni Olsen er toppskjútti í Formuladeildini, og mikukvøldið lá aftur væl fyri, tá ið GÍ vitjaði á Sandi. Ikki færri enn tríggjar ferðir sendi Súni bóltin í meskarnar hjá B71.
Royndirnar mangla
Tað var ein dyggur smeitur fyri B71, at sterkasta álopsvápnið hjá teimum, Clayton Soares, longu í 8. minutti noyddist út við skaða. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá brasiliumanninum í ár, men mikukvøldið noyddust sandoyingar at klára seg uttan hann størsta partin av dystinum.
GÍ legði seg á odda, tá ið okkurt um eitt korter var leikt av dystinum, og talan var um væl gjøgnumspælt álop. Áslakkur Petersen legði ein góðan bólt innfyri úr høgra borði, og inni í brotsteiginum vóru Súni Olsen og Sámal Joensen staddir, og tað endaði við, at Súni sendi bóltin í netið til 1-0.
Sandoyingar fullu tó ikki í fátt, og dysturin var rættuliga javnur næstu løtuna. Tað eydnaðist eisini B71 at koma upp á javnt, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. B71 fekk fríspark nakað inni á hálvuni hjá GÍ, sum bleiv sent inn í brotsteigin hjá gøtumonnum. Har stakk B71-liðskiparin, Bergleif Sólsker, seg upp, og við høvdinum sendi hann bóltin í netið til 1-1. Sum skilst átti málmaðurin hjá gøtumonnum, Marcin Dawid, at havt forðað fyri hesum málinum.
Tað sá leingi út til, at 1-1 eisini fór at gerast hálvleiksstøðan, men tá ið einir fýra minuttir vóru leiktir út um vanligu leiktíðina, lá Súni Olsen aftur framvið. GÍ fekk eitt fríspark uttan fyri brotsteigin hjá B71, og landsliðsmaðurin sendi beinleiðis í netið til 2-1. Sandoyingar vóru alt annað enn nøgdir við, at so nógv var spælt út um vanligu leiktíðina, og tað var ein dyggur smeitur hjá teimum, at GÍ skuldi leggja seg á odda beint fyri hálvleik.
Útvísing var mønustingurin
Í seinna hálvleik trýsti GÍ fyri at økja um leiðsuna, men tað gekk striltið. Men tá ið eitt lítið korter var spælt, fekk B71-liðskiparin, Bergleif Sólsker, reyða kortið fyri at gera seg inn á Poul Arna Jacobsen hjá GÍ. Hetta var mønustingurin hjá sandoyingum, sum harvið mistu stýrmannin í verjuni og ein tann royndasta leikaran á liðnum. Samstundis spældi veteranurin Eli Hentze á miðvøllinum við einum snuddi, og saman við Clayton Soares eru Eli og Bergleif álitini í teimum einstøku ketunum hjá B71, og tá ið teir ikki eru við, skramblar liðið hjá B71 saman.
Hetta gjørdi GÍ sær eisini dælt av, og hóast teir fingu Poul Arna Jacobsen riknan av vølli um miðjan seinna hálvleik, spældu teir B71 sundur og saman, tað ið eftir var av dystinum. Trý mál fingu teir afturat, og við endaliga úrslitinum 5-1 til GÍ, er lítið at ivast í, at gøtumenn verða í finaluni um Løgmanssteypið á Tórsvølli ólavsøkudag.