Hóskvøldið í síðstu viku hevði Gøtu Ítróttarfelag aðalfund, og tá fundurin var lokin, hevði GÍ fingið nýggjan formann. Jógvan Gregersen tók seg aftur, og í hansara stað er nú komin Sonja á Líðarenda.
Í fjør tók Jógvan Gregersen við sum formaður eftir Haldgrím Gregersen, sum tá hevði verið formaður í nógv ár. Men fyrsta formansskeiðið hjá Jógvani vardi altso bert tað eina árið.
? Tað er stutt og greitt, tí eg havi ov nógv um at vera, at eg nú eri farin frá sum formaður í GÍ, sigur Jógvan Gregersen við Ítróttarsosialin.
? Bygdarráðsarbeiðið og mítt privata starv taka ríkiliga nógva tíð, og eg helt ikki, at tað vóru nóg góðar stundir til at vera formaður í GÍ eisini, sigur hann.
Jógvan Gregersen er farin heilt úr nevndini, og sum nevnt er Sonja á Líðarenda nú formaður. Hon er kanska meira kend frá hondbóltinum, har hon hevur verið eitt av oddafólkunum í Gøtu. Hon hevur eisini sitið í hondbóltssambandinum eitt skifti.
Næstformaður er framvegis Mikael Dalbø, og nýggjur í nevndini fyri Jógvan Gregersen er Petur S. Holm. Hinir nevndarlimirnir eru Dagfinnur Petersen og Símun Petur Justinussen.
? Tað er ikki so at skilja, at eg ikki framvegis hjálpi til. Tað geri eg eins og so nógv onnur, men sum nú er, havi eg eina arbeiðsviku upp á 60 tímar, og eg havi hvørki orku ella stundir til at vera í nevndini eisini, sigur Jógvan Gregersen.
Tað vóru eini 40 fólk á aðalfundinum hóskvøldið, og tað er heilt fitt. Onkuntíð hava tað neyvan verið meira enn 15 fólk á fundi. Í fjør vóru kortini væl fleiri enn tey 40, sum vóru í ár.
Fótbólturin er størsta ítróttargreinin hjá GÍ, sum í fjør hevði 18 lið við í landskappingunum hjá FSF, og tað er eisini fyrst og fremst fótbóltin, GÍ er kent fyri.
Harumframt umfatar GÍ eisini hondbólt, har felagið í ár hevur seks lið við í landskappingini. Av hesum eru 1. deild og 3. deild kvinnur saman við Tjaldrinum.