Í sosialinum mánadagin 27. august skrivar tú, at tú sjálvboðin ert farin í dyst við tær føroysku sektirnar, men her tekur tú tíverri stórliga feil.
Ein maður Saul frá Tarsus at navnið – (Paulus) sum tú ivaleyst hevur hoyrt um – helt seg gera tað sama, tá hann í apostlasøguni hevði sett sær fyri at søkja at og seta í fangahús øll tey (sum hoyrdu til vegin) altso tey sum trúðu á Gud.
Og í hesum ørindum var hann ein dagin á veg til Damaskus, tá hann bráddliga var steðgaður á leiðini, tí ein rødd av Himli talaði á hann og segði, Saul Saul – hví søkir tú at MÆR - røddin segði ikki, hví søkir tú at teim trúgvandi – at samkomunum ella sektunum – Nei – røddin segði, “Hví søkir tú at mær”. Víðari segði røddin við hann, at “tað verður tær hart at sparka ímóti oddinum”.
So góði Finnur Helmsdal, tú –Annita og øll hini sum atkvøddu fyri 266 B, eru farin í hernað ímóti Gudi sjálvum, og tað kemur at fáa álvarsligar avleiðingar so ella so – tí Gud Harrin letur seg ikki spotta.
Sjálvur eri eg bert ein frelstur syndari og vildi tí bert minna tykkum sum atkvøddu fyri 266 B, á, at Harrin er ríkur í náði og miskunn fyri øll, tá vit leita til Hansara og biða um náði og fyrigeving fyri tað sum vit gjørdu skeivt.
Paulus valdi at akta Harran – trúði Gudi og bleiv eitt stórt amboð í Hansara tænastu – bøn mín – og alra trúgvandi er, at okkara fólkavaldu vilja gera tað sama.
Tú endar grein tína nakað mótsigandi við tað, at tú sigur, (citat) at “einki liggur mær meiri fjart enn at fara í stríð við sektirnar, men so skoyti eg uppí, at eg ræðist tær heldur ikki á nakran hátt. Mítt politiska virki fer altíð at verða bygt á tað, sum eg haldið vera rætt. Naivt??? (citat slut)
Góði Finnur, tú, og tit, ið atkvøddu fyri grein 266 B, hava onga orsøk til at ræðast tær føroysku sektirnar - tí tað eru tær sum biða fyri landi og fólki hvønn dag og ikki minst fyri teim stýrandi og ráðandi, tá kósin ikki er røtt, men tann verðsligi heimurin hevur rættuliga stóra grund til at ræðast Hann, sum sektirnar umboða – Harran Gud í Himli, sum ongin kemur uttanum, tí fyri Honum skal hvørt knæ boyggja seg ein dag.
At byggja sínar politisku avgerðir á tað, sum man heldur vera rætt - tá man útfrá Guds orði veit, at tað er skeivt - tá er man á heilt skeivari kós.