Góði Kuupik

(Viðmerking til Kuupik Kleist, fólkatingsmann)

Helgi Abrahamsen



Grønlendski fólkatingsmaðurin Kuupik Kleist hevði eina grein í Dimmalætting tann 1. november, sum var ein viðmerking til tað, sum eg skrivaði í bløðunum tann 26. september um ætlaðu undirvísingina í grønlendskum og íslendskum í føroyska fólkaskúlanum.

Eg skal tí royna at greiða frá, hvør orsøkin var til, at eg í tveimum blaðgreinum í august og september gjørdi viðmerkingar til nevnda málið.

Skúli til hvat?
Tann sum hevur fylgt við í tí, sum er sagt og skrivað í fjølmiðlunum, tvey tey seinastu árini um fólkaskúlan, sær skjótt, at føroyingar hava havt ilt við at tikið støðu til, hvat skúlin skal brúkast til.

Globalisering
Á heysti í 2004 varð sagt, at føroysk skúlabørn dugdu alt ov illa enskt, og at hetta kom av, at skúlin legði ov nógva orku í at læra tey danskt. Boðskapurin tá var tí “inn við enskum og út við donskum”. Føroyingar skuldu “globaliserast”, og í stóru verð tosaðu fólk ikki danskt men enskt. Úrslitið av tí kjakinum gjørdist, at byrjanin til ensktundirvísingin varð flutt úr 5. niður í 4. flokk.

Pisa
So gongur hálvtannað ár, og so kemur PISA undankanningin. Og aftur er alt á gosi, tí kanningarúrslitið vísti, at tíðin í skúlanum mátti brúkast meira effektivt. Alt óneyðugt mátti tí lúkast burturúr tímatalvuni, og tað í stundini.

Peningamangul
Aftur gongur eitt hálvt ár, so hoyra vit skúlastjórar greiða frá í fjølmiðlunum, at skúlin hevur ikki nóg mikið av peningi til at seinførir næmingar kunnu fáa sín lógarkravda rætt til stuðul.

Útnorðurráðið
Tá er tað at Kuupik Kleist, umboðandi Útnorðurráðið, trínur inn á pallin og sigur, at føroysk børn skulu læra bæði íslendskt og grønlendskt í fólkaskúlanum.

Skúlabøkur og skúlabyrjan
Síðani er tað hent, at formaðurin í Skúlabókanevndini hevur sagt í blaðgrein, at útlendskar lærubøkur vinna sær innivist longri og longri niður í skúlaskipanina, tí játtanin til skúlabókagerð er ov lítil, og røddir eru eisini farnar at tosa um, at børnini skulu fyrri í skúla. Vit hava snøgt sagt ikki tíð at bíða til tey fylla 7 ár.

Stór fløkja
Samanlagt er hetta alt ein stór fløkja. Danskt skal út, tí tað er eitt ov lítið mál til altjóðagerðina, men samstundis verður hurðin gloppað fyri íslendskum og grønlendskum, sum eru uppaftur minni mál. Vit hava ikki ráð til at taka okkum av teimum seinføru næmingunum, og skúlabøkurnar fylgja ikki tíðini, men vit skulu hava nýtt undirvísingartilfar til grønlendskt og íslendskt. Tað hava vit ráð til. Eisini verður neyðugt at seta lærarar á skúlabonk, áðrenn teir kunnu undirvísa í íslendskum og grønlendskum, og tað kostar eisini pengar. Skúlatíðin skal brúkast meira effektivt, fyri at skúlin kann klatra upp eftir PISA-stiganum, men kortini sigur Kuupik Kleist nú, at einki annað fak skal víkja fyri grønlendskum og íslendskum. Tað vil siga, at samstundis sum verandi fak skulu effektiviserast, skulu tvey nýggj mál, tvær nýggjar mentanir og søgan hjá tveimum londum, gerast partur av somu undirvísingartímum. Og so skulu børnini fyrri í skúla, fyri at klára at svølgja allan hendan øðiliga gloypibitan av vísdómi.

Samanber hetta við kjakið í fjølmiðlunum, tá nakrir tímar í enskum skuldu inn um skúlans gátt. Tá vóru nógv samd um, at so mátti tilsvarandi tímatal í donskum út ígjøgnum sama hurðagap, tí pláss var ikki fyri bæði enskum og donskum. Nú er pláss fyri øllum.

Kleist trekkir í land
Tað sær út til at Kuupik Kleist er farin at trekkja í land, hvat undirvísingartilfari viðvíkur. Hann skrivar nú, at útveganin av undirvísingartilfari til nýggju fakini, fer ikki at ganga útyvir møguleikan at endurnýggja verandi skúlabøkur. “Vi opfordrer tværtimod den islandske, grønlandske og færøske regering til at UNDERSØGE, hvilke muligheder der er for sammen – og med støtte frá Nordisk Råd – at finansiere udgivelsen af fælles undirvisningmateriale.” (mín undirstriking) Hetta ljóðar sum eitt ógvuliga hóvligt uppskot. Men í tilráðingini frá útnorðurráðnum stendur einki um at landsstýri og stjórn verða biðin um at kanna møguleikar at fíggja undirvísingartilfar við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Har stendur stutt og greitt: “Landene opfordres til at lave fælles undervisningsmateriale på alle tre sprog for at tjene formålet”. – Og eg endurtaki: Tað kostar pengar!

Hvørja región ?
Kuupik Kleist sigur í greinini tann 1. november, at vit skulu gerast sjálvstøðug, fyri at samstarva uppaftur meira við teimum, “vi deler interresser med på regionalt og internationalt niveau”. Hetta ljóðar gott. Spurningurin er bara, hvørja región vit skulu velja? Vit eru jú bæði norðbúgvar, útnorðurbúgvar, evropearar, danskir ríkisborgarar og føroyingar. Hví skulu vit so av øllum velja ta veikastu eindina ?

Oyðileggi ikki skúlan
Sum eg fyrr havi sagt, so havi eg als einki ímóti at føroysk børn læra um norðurlendska mentan og søgu, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki oyðileggja skúlan. Vit kunnu ikki troka tey týdningarmestu fakini út, fyri at geva pláss fyri fakum, ið vit ikki fáa somu nyttu av. Og tað er avmarkað, hvussu nógv fak rúmast á eini tímatalvu.