Góði Sonni Jacobsen

Andreas Poulsen, Bøur

 

Í bók tíni Sørvágur og Sørvingar sigur tú “Hetta nevni eg bara, ikki tí, um onkur vil kalla Vatnið okkurt annað, so má tað verða teirra søk.”

Hetta meinar tú ikki, tí hevur nakar váðað sær at skriva Leitisvatn, so hevur tú lagt í bløðini móti viðkomandi.

Tú spyr, hví miðvingar ikki skrivaðu Leitisvatn. Tað var sjálvandi tí, at umsøkninar um veg o.a. skuldi til umsitingina. Teir søgdu Sørvágsvatn. Tað er tað, sum eg vísti á í grein míni. Umsitingin segði Sørvágsvatn, men á fólkamunni kallaðist tað Leitisvatn.

Tú skrivar. “ Annars mundu miðvingar og sandavágsmenn havt størri ávirkan á donsku embætismennirnar enn sørvingar. Teir høvdu prest, sýslumann og løgmann hinumegin vatn. Í Sørvági var ongin embætismaður.” Tú sigur annars í bók tíni frá einum sørvingi sum er “vurderingsmann”, “landfogedens tjener “, “fulltrúi “ hjá fútanum, seinni sýslumaður fyri Streymoy við sæti í Havn. So heilt sørir hava sørvingar ikki verði um hetta mundið.

Sagnirnar hjá Dr. J. Jacobsen leggur tú einki í, men ævintýrini hjá honum hevur tú tikið við í bókum tínum.

Tú skrivar “Hvør, ið er komin við navninum (Leitisvatn) kundi annars verði áhugavert at vitað.” Hetta sigur tú, hóast tú í fleiri greinum hevur sagt, at Mikkjal á Ryggi er komin við tí.

Í Vágum eru fýra vøtn. Hviltkinnavatn, Vatnsdalsvatn, Fjallavatn og Leitisvatn. Vøtnini eru nevnd eftir lendi har tey eru. At geva vatninum eitt bygdanavn haldi eg ikki hevur verið tað upprunaliga, eisini tí at Sørvágur liggur tvær ferðir so langt frá vatninum sum Miðvágur, og strandalendi er væl størri miðvágsmegin.

Til seinast. Eg meini, at upprunaliga navnið er Leitisvartn.