Góð ráð til ferðina

Skalt tú ferðast í summar er gott at hava nøkur góð ráð við á vegnum

Summarið er komið og helst eru tey nógv, sum ætla sær út í heim at ferðast. Í hesum sambandi hevur BankNordik gjørt nøkur ráð til tey, sum ætla sær at ferðast. Í fyrstu atløgu er umráðandi, at fólk eru tryggja á ferðini, bæði tá i umræður trygginar og gjaldskort. 

 

BankNordik sigur á heimasíðuni, at fólk mugu spara saman í góðari tíð. Stovna eina kontu og flyt eina fasta mánaðarliga upphædd alt árið. Eisini er gott hugskot at tryggja tær, at passini eru galdandi í góðari tíð og kanna um neyðugt er við visum og møguligum koppsetinum. 

 

- Ansið eftir gjaldskortunum, og minst til at hava eitt kort við. Goymið kortini hvør sær, og goymið ongantíð pin-kotuna saman við kortunum. Kunna teg eisini um, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri títt gjaldskort. Kortið kann hava eitt ásett nýtsluhámark, og gjald kann verða tikið fyri úttøku av peningi og so framvegis, skrivar BankNordik. 

 

Víðari verður mælt til, at tú altíð rindar í staðbundnum gjaldoyra. Mangan verða fólk spurd, hvørjum gjaldoyra tey vilja rinda í, og tað er tummilfingurreglan, at tað er dýrari at rinda í donskum krónum, tí tá verður eitt gjald fyri veksling lagt omaná.

 

- Tað er eisini týdningarmikið at fylgja við í flytingunum á tíni konto, soleiðis at tú varnast tað, um títt kort verður misnýtt, og kanst sperra kortið beinan vegin, sigur bankin á heimasíðuni.