Gíslar doyðu undir bjarging

Danska sjóverjan váttar nú, at tveir gíslar doyðu, tá tað danska herskipið Absalon fríaði 18 gíslar gjáranáttina í einum átaki uttan fyri somalisku strondina.

Søværnets Operative Kommando sigur, at teir báðir gíslarnir doyðu undir sjálvari bjargingini, og nú skal so kannast, um tað vóru sjórænarar ella menn av Absalon, sum skutu teir.

Sjóverjan vil ikki siga, hvørjum landi gíslarnir vóru úr, men sigur bert, at teir vóru ikki danir.