Men annars kunnu øll, bólkar ella einstaklingar, sum hava hug at vera leikarar, venda sær til MáF ella Grímu innan 10. apríl. Venjingarnar byrja fyrs tí mai mánaða, um nóg nógv tekna seg. Tað er sera umráðandi at luttakararnir hava hug at brúka summarfrítíðina til hetta burturav.
Tvær ferðir áður, í1991 og 1994, hevur verið gøtusjónleikur á Ólavsøku og hava bæði tiltøkini eydnast sera væl.
Tiltakið í ár verður skipað soleiðis, at feløg ella bólkar venja hvør í sínum lag í heimbygdini ella býnum og 1-2 vikur undan framførsluni, verða leikirnir samskipaðir í Havn. Alt eftir hvussu nógvir bólkar eru við, verður eitt »høvuðs«-leikrit skrivað. Hvør bólkur ger sjálvur av, um spælt verður úr egnum tilfarið, ella um okkurt verður valt út til tey.
Gríma og MáF hava vhør sína heimasíðu: www.grima.fo og www.maf.fo