Góðu landsmenn

Tað kunna vera nógva grundir til at stilla upp til val.

 

Eisini persónligar. Fyri einum ári síðani settu 435 kvinnur og menn meg inn í Tórshavnar Býráð. Tann dygga stuðulin, sum eg fekk á býráðsvalinum, eri eg sera takksamur fyri, tí í býráðnum eri eg komin til eitt áhugavert politiskt arbeiði, har nógv er at gera borgarunum at frama.

Nú standi eg á Lista E til fólkatingsvalið. Eg havi latið meg stilla upp til hesi bæði val av somu grund. Tað er neyðugt at gera skil á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og vit føroyingar eru nú komnir so langt í stríðnum fyri sjálvstýri, at øll segl mugu setast til tess at fullføra setningin.

Mær tykir, at ein sera týðandi treyt fyri at koma á mál, er ein sterkur tjóðveldisflokkur. Tí vildi eg dugna flokkinum á býráðsvalinum seinast, og tí royni eg nú at gera mítt til at fáa ein sterkan tjóðveldisflokk á danating at tala sak føroyinga. Hepnast tað, so haldi eg meg hava verið við til at gera eina góða gerð.

Men eg geri onki einsamallur. Tí biði eg tykkum stuðla Lista E í dag. Eg standi ovast.