Góðu tit í Eiðis Kommuna

Góðu tit í Eiðis Kommuna


Eg havi nýstani sæð tíðindi um, at svanarnar á vatninum í Eiði eru dripnir. Eg hevði ringt við at trúgva tí. Hetta er ein missur fyri Eiði og vitjandi og ein skomm fyri Eiðis Kommuna og Føroya náttúruumsiting.


Her eru nakrir spurningar til tykkum, ið eg - og mong onnur, eri eg vís í - fegin vil hava svar uppá. Nakrir miðlar móttaka hendan teldupostin eisini.


Svanar verja ungarnar hjá sær, sum flest onnur djór. Hví avgjørdu tit at taka lívið av svanunum fyri ein atburð, ið er púra náttúrligur?


Vita tit um dømir, har svanar hava gjørt álvarsaman skaða á fólk?


Er avgerðin um at taka lívið av svanunum tikin í samráð við serfrøðingum?


Hvat hevur Eiðis Kommuna gjørt fyri at upplýsa borgarar og vitjandi í Eiði um svanar og teirra náttúrligu tørv og atburð?


Hvat ætlar Eiðis Kommuna at gera í framtíðini, skuldi svanar nú aftur búsett seg í Eiði?


Vinarliga
Marna Frida Olsen
Samskiftisráðgevi & djóra- og umhvørvisverndarfólk